Spøkilsir / Revenants Lyrics
Spøkilsir / Revenants Song Lyrics
Spøkilsir
Í kolamyrkri
krúpa tey fram
skelvandi skepilsir
eitt bínandi fylgi
við mína song
friðleys spøkilsir
Tey kvøða
í náttini
fornar vísur
um alt ið fór framvið
Vágar tú tær at
stara heilt inn
í myrkrið sum býr í mær
tað dálkaða
tað ófullkomna
ið spríkir fram tá eingin sær
Tey kvøða
í náttini
tornar vísur
um alt ið koma skal
Vís mær tíni spøkilsir
heilt har inni
har ivin krøkir seg fastan
Vís mær hvør tú ert
tínar tankar
Sig mær hvat er tað
sum tú saknar
tá tú toyggir teg longri enn tú røkkur
tá tú elskar so heitt at hjartað støkkur
Vís mær hvør tú ert
eg vil fevna alt
Community Thoughts .
0 CommentsLeave a Reply
Your email address will not be published. Required fields are marked *
No comments yet
Be the first to share your thoughts about these lyrics!